Uttanlands

Trý fólk latið lív í flogvanlukku í Florida

Fríggjadagin datt eitt lítið flogfar niður í Boca Raton í amerikanska statinum Florida – Øll umborð lótu lív

Kanningarfólk á staðnum, har flogfarið datt niður (Mynd: Palm Beach Post)

Kanningarfólk á staðnum, har flogfarið datt niður (Mynd: Palm Beach Post)

2025-04-12 12:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt lítið flogfar datt í gjár niður í Boca Raton í amerikanska statinum Florida. Umborð vóru trý fólk, og tey lótu øll lív, upplýsa lokalu mydnugleikarnir.

Hildið verður, at tekniskir trupulleikar vóru orsøkin til flogvanlukkuna.

Umframt at øll fólkini umborð lótu lív, fekk ein bilførari skaða, tá flogfarið datt niður. Flogfarið hevði tá bert verið í luftini í umleið 20 minuttir.

Flogfarið var av slagnum Cessna 3103R og var á veg til Tallahassee, sum er høvuðsstaður í Florida.

Vanlukkan hendi dagin eftir, at ein tyrluvanlukka í New York hevði kravt seks mannalív.

Sí eisini: Video: Tyrluvanlukka í New York kravt seks mannalív


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder