Uttanlands

Trý send út til altjóða ISS rúmdarstøðina

Rakettin varð send upp úr Kasakstan í morgun

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-10-14 10:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir kosmonautar og ein astronautur vórðu í morgun send út til altjóðu rúmdarstøðina ISS.

Tey vórðu send út í eini russiskari Soyuz rakett frá eini rúmdarstøð í Kasakstan.

Kosmonautarnir frá russiska rúmdarstovninum Roscosmos, eru Sergej Ryzjikov og Sergej Kud-Svertjkov. Kosmonaut er russiska heitið fyri astronaut. Saman við teimum er Kathleen Rubins frá amerikanska Nasa rúmdarstovninum.

Myndir frá Roscosmos og Nasa vístu, at rakettin lætti klokkan 6.45 okkara tíð.

Alt gekk eftir ætlan, upplýsti eitt umboð fyri Nasa undir stroymingini, og frá Roscosmos frættist, at rúmdarhylkið við teimum trimum umborð nú er farið í ringrás um jørðina, skrivar AFP tíðindastovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder