Beji Caid Essebsi, forseti í Tunesia, bleiv funnin deyður í morgun.
Hann doyði á einum hernaðarsjúkrahúsi í høvuðsstaðnum Tunis, 92 ára gamal, skrivar Politiken.
Essebsi kom til valdið í 2014 og var tann fyrsti demoktratiskt valdi forsetin í landinum.
Hann varð innlagdur á sjúkrahúsið í Tunis í gjárkvøldið. Hann hevði áður boðað frá, at hann ikki ætlaði at stilla upp aftur til komandi valið í november, tí hann helt, at ein yngri persónur átti at taka yvir.
Essebsi spældi ein avgerandi leiklut, tá Zine El Abidine Ben Ali, sum hevði verið leiðari í nógv ár, varð burturvístur í 2011.
Fólk í Tunesia byrjaðu at mótmæla í desember í 2010, tá ein gøtuseljari setta eld á seg sjálvan, tí hann var illur um, at grønmetið hjá honum varð tikið av einum korruptum løgreglumanni. Tað var hetta, sum elvdi til stóru mótmælini í landinum, og spreiddi hetta seg til onnur lond í økinum, m.a. Egyptaland og Libya. Hesin uppreisturin verður ofta nevndur Arabiska Várið.
Aftaná hetta fekk landið nýggja stýrisskipan, og skipað hevur verið fyri fríum vali í 2011 og 2014.
Politiska framgongdin hevur tó ikki elvt til búskaparliga framgongd. Arbeiðsloysið í Tunesia er í dag 15 prosent, og er hetta ein vøkstur á 12 prosent síðan 2010.
Sum forseti hevði Essebsi avmarkað vald í mun til tað valdið, sum Zine El Abidine Ben Ali hevði fyrr. Essebsi hevði fyrst og fremst ábyrgdina av tunesiska uttanríkis- og verjupolitikkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald