Innanlands

Tunlarnir norður um fjall: Nú verður okkurt gjørt við leysa grótið

Deildaleiðari á Landsverki sigur, at arbeitt verður við kostnaðar- og tíðarætlan nú, soleiðis at tunlarnir kunnu skrótast

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-05-16 15:10 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Vit gera eina kostnaðar- og tíðarætlan til skróting í tunlunum norður um fjall nú. Hon verður liðug í næstu viku. 

Tað sigur Armgarð Steinhólm, deildarleiðari fyri infrakervisdeildini hjá Landsverk í sambandi við trupulleikarnar í tunlunum norður um fjall. 

Les eisini: Grót úr loftinum steðgar ferðsluni  

Landsstýrismaðurin í Samferðslumálaráðnum segði við Portalin í gjár, at pengar til at bøta um viðurskiftini skulu finnast til tunlarnir norður um fjall. Og næsta stigið verður júst at finna pening til at skróta tunlarnar. 

- Tá tíðarætlanin er klár, mugu Landsverk og landsstýrismaðurin finna pening til arbeiðið, sigur Armgarð Steinhólm. 

Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av, at grót datt úr loftinum í tunlunum norður um fjall fyri áleið tveimum vikum síðani. Og í síðstu viku var proppur í tunlinum, tá ein bilur var koyrdur niður í eina veit á einum steðgiplássi. 

Les eisini: Onki verður gjørt, fyrr enn fólk eru deyð  

Játtanin til viðlíkahald av tunlum og brúm hjá Landsverk er 5,5 milliónir krónur, og í síðstu viku greiddi Armgarð Steinhólm frá, at tað als ikki røkkur til alt arbeiðið, sum skal gerast. 

Les eisini: Landsverk manglar játtan til viðlíkahald  

- Verður støðið tikið í játtanini í ár, kunnu vit koma runt upp á umleið 30 ár, um játtanin bert verður brúkt til tunlar, segði hon við Portalin. Men landsstýrismaðurin tók ikki undir við hesari metingini. 

- Eg haldi tað vera nakað pessimistiskt. Landsverk eigur at leggja dent á teir tunlar, sum serligur tørvur er á at gera okkurt við. Har má skrótast í tunlunum norður um fjall, sigur Heðin Mortensen. 

Les eisini: Trupulleikarnir í tunlunum norður um fjall skulu bara ornast  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder