Uttanlands

Turkaland: Svenskur journalistur skuldsettur fyri yvirgang

Skrivstovan hjá turkiska forsetanum váttar handtøkuna av svenska journalistinum Kaj Joakim Medin

Seinastu dagarnar hava mótmæli verið í Turkalandi (Mynd: EPA)

Seinastu dagarnar hava mótmæli verið í Turkalandi (Mynd: EPA)

2025-03-30 15:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skrivstovan hjá turkiska forsetanum váttar, at svenski journalisturin Kaj Joakim Medin er skuldsettur fyri yvirgang, og at vil vera við, at hann hevur samband við kurdiska arbeiðaraflokkin PKK.

Handtøkan av honum hevur einki at gera við hansara journalistiska arbeiði, skrivar skrivstovan hjá forsetanum í fráboðan. Tó verður lagt afturat, at svenski journalisturin "er kendur fyri anti-turkisk tíðindi".

Kaj Joakim Medin kom til Istanbul hósdagin fyri at viðgera mótmælini, sum hava verið seinastu dagarnar í kjalarvørrinum á handtøkuni og fongslingini av borgarstjóranum í Istanbul. Medin varð handtikin stutt eftir komu og situr nú í fongsli, skrivar Ritzau.

Les eisini: Turkaland: Fongslaður borgarstjóri verður forsetavalevni

Sambært svensku tíðindastovuni TT hevur kona Medin fingið upplýst frá svensku myndugleikunum, at hann eftir umstøðunum hevur tað gott.

Turkaland hevur sett Medin í samband við eitt mótmæli í svenska høvuðsstaðnum Stockholm í januar 2023, har ein dukka, sum ímyndaði turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan varð hongd frá einum lyktapela nærindis ráðhúsið í býnum.

Sambært turkisku myndugleikunum er Medin ein av 15 persónum, sum eru undir illgruna fyri at hava skipað fyri, eggjað til ella hava tilknýti til mótmælið.

Mótmælið varð fyriskipað av einum kurdiskum aktivistbólki, sum síðani hevur boðað frá, at Medin ikki hevur verið partur av átakinum og ongantíð verið limur í bólkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder