Uttanlands

Turkaland: Talið av deyðum í tokvanlukkuni komi upp á níggju

Hetta var triðja tokvanlukkan í Turkalandi bara í ár

Syrgjandi kvinnur í Ankara í dag (Mynd: EPA)

Syrgjandi kvinnur í Ankara í dag (Mynd: EPA)

2018-12-13 13:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talið av deyðum eftir tokvanlukkuna í turkiska høvuðsstaðnum, Ankara, eru nú komin upp á níggju.

Tað upplýsir turkiski ferðslumálaráðharrin, Mehmet Cahit Turhan, sambært dpa-tíðindastovuni. 47 fólk komu til skaða í vanlukkuni.

Les: Fleiri deyð í toksamanstoyti í Ankara 

Tað var klokkan 06.30 í morgun, lokala tíð, at eitt háferðatok rendi inn í eitt lokalt tok beint nærhendis eini tokstøð.

Háferðatokið var júst farið avstað móti Konya landslutinum, tá tað rendi saman við eitt annað tok.

Tríggir tokførarar – tveir í háferðatokinum og ein í lokaltokinum – eru millum tey, sum hava latið lív, upplýsti ráðharrin.

Hetta er triðja vanlukkan í Turkalandi bara í ár, skrivar Ritzau. Í juli doyðu 10 fólk og 70 vórðu særd, tá eitt tok koyrdi av breytini í útnyðringspartinum av landinum. Og farna mánaða fingu 15 fólk skaða, tá eitt ferðafólkatok rendi í eitt farmatok miðskeiðis í landinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder