2018-09-03 09:11
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Veðrið verður rættiliga støðugt alla vikuna, hóast heystið er fari at merkja veðrið.
Í dag og í morgin liggur hitin um 10 til 11 hitastig, sólin kagar í dagd, meðan ættin er eystan til norðan millum 6 og 10 metrar um sekundið.
Mikumorgunin fer at regna. Avfallið verður millum 0,5 til 3,4 mm fram til klokkan 19. Hitin um 11 hitastig. Hann minkar um vindin frá 7 m/s til millum 1 og 4 metrar um sekundið hósdagin.
Frá hósdagin til og við leygardagin verður turt, hitin millum 9 og 11 hitastig, við vindmegi millum 3 og 9 m/s av landnyrðingi eystan.
Sunnudagin minkar hann um vindin til 2 til 4 m/s av eystan. Hitin verður 11 hitastig.
Sí veðurfrásøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald