Innanlands

Turt og lýtt á Tórsvølli

Áskoðararnir fáa turt veður og 11 hitastig

Mynd: Bjartur Vest

Mynd: Bjartur Vest

2018-09-07 11:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tá landsliðið fer á vøllin í dysti móti Malta í kvøld, verða góða umstøður hjá áskoðarunum at njóta dystin.

Í dag er turt veður og 11 hitastig allan dagin, tó eitt lítið æl um 14 tíðina. Ættin er av landnyrðingi og landnyrðingi eystan millum 7 og 10 metrar um sekundið.

Í morgin minkar hann í vindinum til millum 1 og 7 m/s. Enn verður turt og hitin millum 10 og 11 hitastig. Ættin er av landnyrðingi og landnyrðingi eystan og skiftur til útsynning vestan og vestan út móti kvøldi.

Sunnunáttina er turt við vindi úr vestan um 3-5 m/s. Tíðliga á morgni fer at regna við avfallið millum 1,3 til 4,7 mm gjøgnum dagin. Hitin er um 10 og 11 hitastig og vindmegin um 2-4 m/s úr sunnan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder