Tað regnar, tað regnar í allan dag. Soleiðis ljóðar barnasangurin og soleiðis verður dagurin í dag. Regn verður í allan dag, við millum 0,2 til 2,5 klokkan 16 tá ringast er, áðrenn avfallið minkar til millum 1,2 og 0,3 restina av mikudegnum. Beint eftir midnátt verður avfall millum 0,2 og 1,1 til klokkan 3. Hitin í dag er 11 hitastig, 3-5 m/s av skiftandi ætt.
Tá tað slítur í klokkan 3 í nátt verður turt heilt til sunnudagin. Hitin komandi dagarnar liggur um 10 til 11 m/s, og vindurin verður millum 4 og 10 m/s av landnyrðingi eystan.
Sunnunáttina fer aftur at regna. Avfallið verður millum 1 og 1,3 mm til klokkan 19. Hitin verður 11 hitastig, ættin landnyrðingur eystan til norðan, og vindmegin millum 2 og 7 m/s.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald