Fámjin hevur ein serligan týdning, tá ið tað snýr seg um flaggsøguna og flaggdagshald, og í ár er einki undantak, nú tað verður skipað fyri flaggdagshaldi sunnudagin.
Seinastu árini hevur Hvistan, ið er felag fyri frælsan ítrótt í Suðuroynni, eisini virkað við til at fáa fólk at leita sær til Fámjin á flaggdegnum. Hvistan hevur við sínum túrum til gongu, rennandi, trillandi ella súkklandi eggjað fólki ið eru oynni á flaggdegnum, at koma við á túr, ið byrjar í Øravík og endar í Fámjin.
Hvistan byrjar túrin í Øravík, har Bønhúsið í Øravík er opið frá kl. 10.30 áðrenn stutt guðstænasta verður kl. 10.45 við Jens Mortan Mortensen presti. Guðstænastan er liðugt áðrenn kl. 11.30 tá ið so túrurin til Fámjin byrjar. Fyrst fara tey, ið ynskja at ganga og trilla, og nakað seinni um 11.50 fara rennarar avstað.
Flaggdagshaldið í Fámjin byrjar kl. 14.30 og er tað borgarstjórin og løgtingslimurin Kristin Michelsen, ið flytur fram røðu og eftir hetta er hugni í Vesturhøll við kaffi og onkrum góðum afturvið.
Hvistan sigur, at øll eru vælkomin við bæði til guðstænastuna og túrin til Fámjin eins og flaggdagshaldið, og gera fólk sjálvi av um tey renna, ganga, trilla ella súkkla. Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald