
Leygardagin varð Frans pávi jarðaður, og í gjár varð gravstað hansara latið upp fyri almenninginum.
88 ára gamli argentinski pávin, sum andaðist 2. páskadag, varð jarðaður í kirkjuni Santa Maria Maggiore. Vanligt er, at pávar verða jarðaðir í Pæturskirkjuni, men Frans pávi ynskti at verða jarðaður í Santa Maria Maggiore, har sjey aðrir pávar eru jarðaðir.
Grøvin hjá Frans páva er einføld. Pávin ynskti eina grøv uttan pynt. Á grøvini stendur bert pávanavn hansara skrivað á latíni: Franciscus.
Sambært tíðindastovuni Reuters nýttu fleiri túsund fólk høvið at vitja grøvina hjá Frans páva sunnudagin, og varð upplýst sambært Vatikaninum, at talan var um tilsamans 30.000 vitjandi.
Um vikuskiftið var tað fyrstu ferð í yvir 100 ár, at ein pávi varð jarðaður uttanfyri Vatikanið. Seinast var í 1903.
Frans pávi hevði eitt serligt tilknýti til Santa Maria Maggiore. Eitt nú kom hann har fyri at biðja áðrenn og eftir hvørja uttanlandsferð.
Sí eisini: Myndir: Jarðarferðin hjá Frans páva
Sí eisini: Fara undir at velja nýggjan páva 7. mai
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald