Uttanlands

Túsundatals mótmælisfólk á gøtunum í Berlin

Ein týskur samveldisdómstólur hevur ógildað eina lóg frá 2020, sum skuldu fastfrysta leigukostnaðin fyri 1,5 milliónir leigumál í býnun fram til 2025

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-16 07:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóskvøldið vóru túsundatals fólk farin út á gøturnar í týska høvuðsstaðnum Berlin at mótmæla avgerðina hjá einum dómstóli um at strika eina lóg, sum setti eitt loft á húsaleiguprísirnir í býnum. Hetta elvdi til samanstoytir millum løgreglu og mótmælisfólk.

Talan er um eina lóg, sum stýrið í Berlin samtykti í fjør. Sambært lógini skuldi leigan fyri 1,5 mió. leigumál fastfrystast á 2019-støði fram til 2025. Útleigarar, sum kravdu ov høga leigu, skuldu lækka hana aftur – í summum førum var talan um ein mun á fleiri hundrað evrur um mánaðin, skrivar Ritzau.

Fyri leigarar var lógin kærkomin, men lógin var illa dámd av útleigarum, og ein týskur samveldisdómstólur er nú komin til ta niðurstøðu, at stýrið í Berlin ikki hevði heimild at tillaga prísirnir fyri leigubústaðir. Ein slík avgerð má takast av samveldismyndugleikunum og ikki av lokalmyndugleikunum, og tí var nýggja leigulógin ikki galdandi.

Mótmælisfólkini krevja, at eitt loft verður sett á húsaleiguna um alt landið, og at politikarar gera nakað við tað, sum tey rópa "húsaleiguørskapin".

Nú lógin ikki er galdandi, kunnu leiguprísirnir setast upp aftur, og túsundatals leigarar skulu nú gjalda tað aftur til útleigararnar, sum teir hava goldið ov lítið, meðan lógin var í gildi.

Stóra ognarfelagið Venovia hevur tó boðað frá, at tey ikki fara at uppkrevja tær uml. tíggju mió. evrurnar (uml. 75 mió. krónur), sum leigarar hava goldið ov lítið fyri teirra bústaðir.

placeholder
placeholder