Leygardagin fóru túsundatals mótmælisfólk á gøturnar í Norðuramerika fyri at krevja, at Ísrael steðgar álopinum móti Gazageiranum.
Ófriðurin, sum hevur verið í Ísrael og Gaza seinastu vikuna, er hin ringasti í fleiri ár, og hevur hann kravt yvir 150 mannalív síðan mánadagin. Millum tey deyðu eru sivilfólk og børn.
Í USA savnaðust mótmælisfólk í New York City, Boston, Washington D.C. og Dearborn, og í Kanada savnaðust fólk eisini í Montreal.
Í Brooklyn-býarpartinum í New York City, gingu 2.000 mótmælisfólk á gøtunum við palestinska flagginum og róptu slagorð sum "bjarga Palestina". Fleiri jødiskir persónar vóru eisini millum teirra, og høvdu tey skelti við tekstinum "ikki í mínum navni", sum sipaði til ísraelsku álopini móti palestinska økinum.
Í kanadiska býnum Montreal møttu eisini túsundatals mótmælisfólk upp. Tey kravdu m.a. at ein frælsur palestinskur statur skal setast á stovn.
Eitt mótmælisfólk varð handtikið í Montreal fyri at hava brotið ein rút, men annars gingu mótmælistiltøkini friðarliga fyri seg í bæði USA og Kanada, skrivar Ritzau.
Tað er tó ikki bara í Norðuramerika, at mótmælistiltøk hava verið um vikuskiftið. Eisini hevur verið skipað fyri mótmælistiltøkum í m.a. Onglandi, Danmark, Italia, Rumenia, Sveis, Hollandi, og Irak.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald