Uttanlands

TV2: Donska stjórnin fekk boð um iranska álopið seks tímar frammanundan

Hetta veit stóri danska miðilin frá fleiri keldum. Danski verjustjórin, Bjørn Bisserup, hevur vátta tíðindini, ið eru við at byggja upp undir, at Iran ikki ynksti at drepa hermenn, men heldur senda eitt signal til USA

(Ein royndarakkett send upp í Iran - Mynd: EPA)

(Ein royndarakkett send upp í Iran - Mynd: EPA)

2020-01-10 18:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni er nógv fokus á tað, sum hendi í flogvanlukkuni í Iran tíðliga mikumorgunin.

Les eisini:
Amerikanskir miðlar: Iran skeyt flogfarið niður
New York Times: Fingið hendur á sjónbandi av flogvanlukkuni í Iran 
Iran: Vit hava ikki skotið nakað flogfar niður


Nakrar tímar frammanundan sendi Iran nakrar missilir móti tveimum hernaðarstøðum í Irak, sum tað í høvuðsheitinum vóru amerikanskir hermenn á. Hetta kostaði eingin mannalív, og tað er væl møguligt, at júst hetta var ætlanin: At Iran vildi ikki drepa nakran í álopinum og vera við til at byrja eitt størri kríggj, men heldur senda eitt signal og hevna seg fyri drápið á Soleimani. Eingin doyði orsaka av missilunum.

Hetta meta fleiri viðmerkjarar í millum annað Danmark, og iranskir mynduleikar hava eisini ró framundir hesum. Uttanríkisráðharrin, Mohammed Javad Zarif, segði mikudagin, at talan er um sjálvsverju, at tað var eitt passaligt aftursvar, og at Iran ikki ynskir eitt kríggj. 

Sæð í hesum ljósinum geva tíðindini hjá danska TV 2 í dag meining, men tey vekja ans. Sambært fleiri keldum, sum miðilin hevur,  fekk danska stjórnin seks tímar áðrenn álopið boð um, at eitt álop fór at koma á hernaðarstøðina  Ain al-Asad, har 133 danskir hermenn vóru. Nú eru teir flestu av teimum fluttir til Kuvait.

Bjørn Bisserup, ið hevur heitið "forsvarschef" hevur váttað fyri TV2, at Danmark hevði fingið hesi boðini, so at tað bar til at fyrireika seg á støðini. Bisserup fær tó ikki sagt nakað um, hvussu ávaringin kom ella hvar hon kom frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder