Mentan

Tvær samkomur verða ein

Soli Deo Gloria og Karis í Klaksvík eru nú vorðnar ein samkoma – Karis hevur lagt virksemi sítt undir Soli Deo Gloria, har navnið, hølið og leiðslan verður tann sama

Mynd: Soli Deo Gloria

Mynd: Soli Deo Gloria

2021-05-17 10:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samkomurnar Soli Deo Gloria og Karis í Klaksvík hava í eini tíð verið í eini tilgongd um at gerast ein samkoma, og í gjárkvøldið var sameiningarmøti í Soli Deo Gloria.

Mett hevur verið, at samkoman verður meira dynamisk, at fleiri aldursbólkar verða umboðaðir, og at spjaðingin geografiskt eisini verður meira fjølbroytt. Meðan Karis hevur styrkir innan bøn og trúðboðan, hevur Soli Deo Gloria tónleik, felagsskap og ríkt initiativ, upplýsir Soli Deo Gloria í tíðindaskrivi.

Leisturin fyri sameiningina verður, at samkoman Karis leggur sítt virksemi undir Soli Deo Gloria. Navnið Soli Deo Gloria, hølið á Klaksvíksvegi 56, og leiðslan í Soli Deo Gloria verður tann sama.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder