Miðflokkurin var fyrsti flokkur at leggja sína valskrá fram hósdagin, og Javnaðarflokkurin gjørdi tað sama fríggjadagin.
Í morgun bjóðaði Framsókn til tíðindafund har tey løgdu fram sínar ætlanir fyri næstu fýra árini. Í morgin eru tveir flokkar, sum leggja sínar valskrá fram.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Fólkaflokkurin hevur boðað miðlunum frá, at tey leggja sína valskrá fram í Kongshøll á Vestar bryggju klokkan 10. Tjóðveldi hevur eisini boðað frá at tey leggja valskrá fram í morgin, tað verður klokkan 13 í hølum hjá flokkinum í Niels Finsensgøtu í Havn.
Sambandsflokkurin leggur sína valskrá fram mikumorgunin klokkan 10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald