Innanlands

Tveir mans handtiknir í býnum í gjár

Menninir vóru buldrasligir á skeinkistaði og hóttu løgreglumenninar

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-09-12 08:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Rok var á einum skeinkistaði í Havn um klokkan hálvgum fimm í gjár, tá tveir mans vóru heldur buldrasligir.

Løgreglan fór á staðið at taka sær av støðuna, men tá løgreglan kom fram, vóru menninir so mikið uppi at koyra, at teir komu við persónligum hóttanum móti løgreglufólkinum.

- Tílíkum loyva vit yvirhøvur ikki, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

Menninir vóru somikið ávirkaðir, at ikki hevur verið gjørligt at avhoyrt menninar enn. Kannað verður eisini um teir hava nakran dóm av nøkrum slag frammanundan, og um teir so skulu í grundlógarforhoyr.

Menninir verða avhoyrdir í dag og verða síðani slopnir leysir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder