Tveir mans verða nú skuldsettir fyri at hava havt rúsevni uppi á sær. Hetta hendi eftir at ein løgreglupatrúlja í gjárkvøldið um hálvgun tíggjutíðina kannaði ein bil við fýra monnum í á einum staði í Havn, sum løgreglan veit verður brúkt sum møtistað hjá fólkum, ið hava hug at koma saman fyri at njóta ”onnur rúsevni enn alkohol”.
- Tá menninir í bilinum vórðu kannaðir vísti tað seg, at ein av teimum hevði fimm gramm av hassji uppi á sær, meðan ein annar hevði hálvtannað gramm av tí, vit kalla hassj-miks, tað er tubbakk íblandað rúsandi evni, eitt nú hassj, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini
Hald varð lagt á rúsevnini og amboð, ið verða brúkt til at roykja við, og menninir verða nú skuldsettir fri brot á lógina um euforiserandi evnir. Tað vísti seg eisini, at annar av monnunum – tann sum koyrdi bilin – ikki hevði koyrikort heldur.
Løgreglan í Norðurøkinum gjørdi í nátt ferðamátingar inni í Norðskálatunnlinum og støðgaði tveimum bilførarum, sum báðir fáa bót fyri at koyra ov skjótt. Teir vórðu báðir mátaðir til at koyra 102 kilometrar um tíman. Ferðamátingarnar vórðu gjørdar millum klokkan 2 og 3 í nátt.
Løgreglan í Havn hevur eisini verið úti og tikið nummarspjøldrini av seks bilum, sum standa í eftirstøðu fyri antin vegskatt ella trygging.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald