Í gjárakvøldið fekk løgreglan boð um at tveir menn vóru horvnir á sjónum. Teir vóru farnir við snarbáti úr Kristiansand til Hirthals og skuldi verða komnir fram tríggir tímar seinni, men tað vóru teir ikki.
Danska løgreglan sendi boð út, um at mennirnir vóru horvnir klokkan 18 í gjárakvøldið, men í nátt komu boð um, at leitingin við millum annað tyrlu hevði givið úrslit. Motorurin var gingin fyri, og báturin hevði tí rikið við streyminum. Teir vórðu funnir uttanfyri Lønsrup.
Veðrið hevði verið gott, og tí vóru mennirnir væl fyri eftir umstøðunum. Teir høvdu rópt um hjálp yvir radio, og aðrir bátar høvdu hoyrt neyðarkallið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald