Uttanlands

Tveir persónar skotnir til deyðis í e-sport kapping í Florida

Brotsmaðurin skeyt eisini seg sjálvan

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2018-08-27 12:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tveir persónar hava latið lív eftir ein ein brotsmaður fór at skjóta eftir fólki, sum luttóku í eini e-sport kapping í Jacksonville, Florida í USA.

Eftir at hava skotið lat brotsmaðurin lív fyri egnari hond, skrivar Reuters.

Fleiri fólk vórðu særd í skothendingini og eru undir viðgerð á sjúkrahúsi. Løgreglan boðar frá, at bjargingarfólk hava flutt níggju fólk á sjúkrahús til viðgerð. Teir aðrir persónar eru sjálvir farnir á sjúkrahús til viðgerðar.

Brotsmaðurin var ein 24 ára gamal hvítur maður úr Baltimore. Eingin annar er undir illgruna í skjótingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder