2020-11-28 16:24

Tveir nýggir tilburðir vórðu staðfestir av covid-19 í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tann eini persónurin er partur av einari smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Hin persónurin er komin til Føroya úr útlondum. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 427 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar.
Sostatt eru fýra, sum í løtuni eru positiv við covid-19 í Føroyum.
Eingin er innlagdur í sambandi við covid-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald