Uttanlands

Tvey fólk fangað í helli í Póllandi

Stórt bjargingararbeiði í gongd í Póllandi í dag

Bjargingarfólk (Mynd: Agencja Gazeta)

Bjargingarfólk (Mynd: Agencja Gazeta)

2019-08-18 14:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni er stórt bjargingararbeiði í gongd fyri at bjarga tveimum fólkum, sum hava verið fangað í einum helli í Tatrafjøllunum í Suðurpóllandi síðani í gjár.

Tað er orsakað av vatnflóð í einari tunnel, sum leiðir ein inn í hellið, at fólkini ikki sleppa út.

Enn hevur ikki eydnast at fingið samband við fólkini í hellinum, og í dag vórðu 27 bjargingarfólk send út at hjálpa við bjargingararbeiðnum.

Mann stúrar fyri heilsustøðuni hjá teimum, eftirsum at tey hava verið fangað harinni síðan í gjár. 

Sambært pólsku sjónvarpsrásini TVP høvdu tey, sum skilst, ongan skaða, seinast tey vórðu sædd, men mann stúrar fyri, at kroppshiti teirra kann gerast ov lágur, um tey verða verandi í hellinum ov leingi.

Sambært pólskum miðlum er hitin í hellinum uml. trý stig.

Tað vóru kenningar hjá teimum báðum persónunum, sum boðaðu frá, at teimum tørvaðu hjálp.

Fyrsta bjargingarliðið kom leygarkvøldið, og síðani eru fleiri lið komin afturat.

Væntað verður, at vatnstøðan fer at minka aftur, eftirsum at veðurfrøðingar ikki boða frá meira avfalli í økinum, skrivar B.T.

Fólkini eru stødd í hellinum Jaskinia Wielka Sniezna, sum er kent sum longsta og djúpasta hellið í Tatrafjøllunum. Sambært TVP eru fólkini stødd í einum øki, sum er nevnt "Studni Wiatru", sum er uml. 500 metrar frá inngongdini. Hellið er ikki opið fyri vanlig ferðafólk men bert fyri teimum, sum hava skil fyri at ferðast í hellum.

Persónarnar vóru saman við øðrum inni í hellinum í gjár, og tað eydnaðist hinum at sleppa út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder