Innanlands

Tvey harðskapsmál í nátt

Løgreglan er nú í ferð við at kanna bæði málini nærri

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-09-16 09:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan havt nógv at gera.

Tvey harðskapsmál vórðu nevniliga skrásett í nátt, og tað hevur givið løgregluni nógv av arbeiði.

Annað harðskapsmálið fór fram í einum staði, har matur verður keyptur um næturnar, har ein maður hevur sligið fleiri fólk.

Hitt málið fór fram á einum dansistaði, har ein maður varð sligin.

Í báðum førum vórðu brotsmenninir handtiknir, og tey órættaðu vórðu koyrd á skaðastovuna.

Tann eini brotsmaðurin situr nú í Klaksvík, og hin á politistøðini í Havn.

Vakthavandi á politistøðini sigur við Portalin, at tey nú eru í ferð við at kanna bæði málini nærri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder