2023-12-24 09:14
Tá tað byrjaði at tynnast við fólki í býnum sunnumorgunin, umleið klokkan kvart í fimm, fóru fólk til hendurs í Niels Finsensgøtu við handilin hjá Guðrun & Guðrun og niðan móti Steinatúni.
Løgreglan leitar nú eftir fólki, sum hava verið nærhendis, og kunnu hava sæð hvat er farið fram.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir í morgun frá, at tveir persónar vóru fyri harðskapi og hava fingið skaða. Talan er um fleiri gerningsmenn, sum man leitar eftir.
Eingin er handtikin í málinum enn.
Ringjast kann til løgregluna á telefon 114.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald