Uttanlands

Tvey valdømi gloymdu at lata úrslitið inn

Svenska valúrslitið er ikki heilt klárt

Svenski forsætisráðharrin Stefan Löfven (Mynd: EPA)

Svenski forsætisráðharrin Stefan Löfven (Mynd: EPA)

2018-09-10 12:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ríkisdagsval var í Svøríki í gjár, og talan bleiv um eitt sera tætt val. Gomlu blokkarnir liggja á jøvnum, og eingin teirra megnar at skipa meiriluta. Einsamallir standa Sverigedemokratarna sum triðstørsti flokkur men eingin vil samstarva við flokkin.

Les eisini: Svøríki: Politisk ógreiða eftir valið í gjár

Talan gjørdist um eitt sera tætt val, men allar atkvøðurnar eru ikki taldar. Tvey av valdømunum gloymdu at lata úrslitið av valinum inn, skrivar tíðindastovan TT.

Øll hini valdømini vóru klár við úrslitinum í nátt, men enn verður bíða eftir endaliga úrslitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder