Orðadrátturin millum Donald Trump, forseta, og borgarstjóran í Minneapolis, Jacob Frey, á Twitter kom upp á nýggjar hæddir í morgun.
Alla nátt hevur verið ófriður í størsta býnum í Minnesota. Eitt nú var eldur festur í eina løgreglustøð í býnum og mótmælisfólk lupu á bygningin.
Politstøðin liggur í grannalagnum, har 46 ára gamli George Floyd doyði, tá ein løgreglumaður undir eini handtøku mánakvøldið helt honum harðliga móti jørðini við einum knæ móti hálsinum.
Ófriður var um stóran part av býnum, og løgregla og sløkkilið máttu út fleiri ferðir at sløkkja brennandi bilar og bygningar og eftir fólkum, sum vóru í holt við at ræna handlar og bankar, skrivar nrk.no.
Hetta fekk forsetan at skriva á Twitter, at hann ikki longur orkar at hyggja eftir hvat hendir í hesum flotta býi.
”Antin má borgarstjórin í býnum fáa skil á, ella sendi eg tjóðarhirðina fyri at gera arbeiðið”, skrivar Trump.
Forsetin heldur, at mótmælisfólkini vanæra minnið um George Floyd.
Hann sigur eisini borgarstjóran vera ”veikan” og ”vinstravendan” og heldur, at honum vantar leiðaraevni. Hann skrivar eisini, at ”tá ræningin byrjar, byrjar skjótingin”.
Boðini hjá Trump vórðu spjaldrað av Twitter við boðum um at Trump brýtir leiðreglurnar hjá miðlinum um at hálova harðskapi.
Jacob Frey sjálvur svaraði Trump aftur á einum tíðindafundi:
- Veikleiki er ikki at taka ábyrgd, ella at peika eftir øðrum í eini kreppustøðu. Trump veit einki um styrkina hjá Minneapolis. Hetta eru truplar tíðir fyri okkara bý, men vit skulu koma ígjøgnum hetta, segði Frey og legði afturat:
- We are strong as hell!
Hann hevur biðið guvernørin í Minnesota, Tim Walz, um hjálp og hevur lýst undantaksstøðu. Tjóðarhirðin, er longu komin til býin fyri at hjálpa løgregluni.
Ófriðurin spjaddi seg til grannabýin, St. Paul, og borgarstjórin har hevur tikið undir við áheitanini hjá Frey um hjálp frá tjóðarhirðini. Býirnir eru tætt knýttir og eru í veruleikanum eitt størri samanhangandi býarøki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald