2018-08-07 10:38
Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um at tørvur var á sjúkraflutningi úti í Fugloy. Sambært VP.fo var ein maður dottin og hevði fingið snudd í høvdið.
Løgreglan sendu boðini víðari til sjúkraflutningin, sum sendi tyrluna til Kirkju eftir manninum. Tyrlan var hjá manninum hálvan tíma eftir at fráboðanin kom.
Hjá MRCC verður sagt, at talan var um ein vanliga sjúkraflutning. Maðurin var fluttur á landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald