2021-08-30 15:03

Leygardag seinnapart varð bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi boðsend eftir einari kvinnu, sum hevði fingið skaða í fjøllunum.
Kvinnan hevði fingið skaða í beinið í skarðinum millum Kúvingarfjall og Middagsfjall á Kunoynni, skrivar Vørn.
Tyrlan fann kvinnuna á 600 metrar hædd, og varð hon flutt á Landssjúkrahúsið í øllum góðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald