Týski forsetin, Frank-Walter Steinmeier er í dag afturvaldur til forseta.
66 ára gamli Steinmeier hevur verið forseti síðan mars 2017, og nú er greitt, at hann hevur fingið fimm ár afturat í embætinum, skrivar DR.
Í fyrsta valumfarinum í týska tinginum fekk hann 1.045 av 1.437 atkvøðum. Hetta var eisini væntað, eftir at allir tríggir stjórnarflokkarnir høvdu boðað frá, at teir fóru at stuðla sitandi forsetanum, sum eisini hevur stuðul frá konservativu andstøðuni.
Forsetaembætið er fyrst og fremst siðbundið, men forsetin er eisini tann, sum undirskrivar lógaruppskot fyri at seta tey í gildi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald