Fleiri enn 600 fráferðir eru avlýstar í Týsklandi orsakað av eindagsverkfalli hjá trygdarstarvsfólkunum á trimum týskum floghavnum í Düsseldorf, Köln-Bonn og Stuttgart.
Aðrar floghavnir eru eisini ávirkaðar av verkfallinum, m.a. eru 90 fráferðir avlýstar á Tegel floghavnini í Berlin, og altjóða floghavnini í München hevur eisini avlýst 100 fráferðir.
Sambært tíðindastovuni AP verður mett, at upp til 110.000 ferðafólk eru ávirkað av verkfallinum.
Fakfelagið hjá trygdarstarvsfólkunum krevur, at tímalønin verður hækkað til 20 evrur, og í summum førum merkir hetta ein lønarhækking á 30 prosent.
Næsti samráðingarfundurin verður 23. januar.
Hetta er 2. ferð hesa vikuna, at trygdarstarvsfólk faru í verkfall. Mánadagin rýmdu trygdarfólkini hjá tveimum floghavnum í Berlin av arbeiðsplássinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald