Frá sunnudegnum sleppa fleiri týskarar undan einari røð av smittufyribyrgjandi avmarkingum. Talan er um týskarar, sum eru liðugt koppsettir ella sum hava verið smittaðir við koronu. Hesin bólkurin verður nevniliga roknaður sum mótstøðuførur.
Sambært Ritzau hevur 31 prosent av týska fólkinum fingið fyrru koppsetingina fyri koronu, meðan 8,8 prosent eru liðugt koppsett. Frá í morgin sleppa hesi undan:
- Útfaringarbann um næturnar
- Serligar reglur um frástøðu, tá tey eru saman við øðrum
- Sóttarhald eftir uttanlandsferð
- At vísa prógv um negativa kanning, har tað verður kravt
Fólk, sum eru liðugt koppsett telja heldur ikki við, tá mælt verður til at minka um talið á persónum, mann hevur samband við. Fólk, sum eru liðugt koppsett sleppa tó ikki undan kravinum um munnbind og frástøðu undir serligum umstøðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald