2018-08-30 11:13
Í týska býnum Wiesbaden varð ein fýra metur høg gullstandmynd av turskiska forsetanum Recep Tayyip Erdogan tikin niður mikunáttina.
Standmyndin varð sett upp mánadagin í samband við ein lokalan listafestival, sum hevði heitið “vánalig tíðindi”. Standmyndin førdi til ófrið millum viðhalds- og mótstøðufólk hjá Erdogan.
Borgarstjórin avgjørdi saman við løgregluni at standmyndin skuldi takast niður, tí at løgreglan ikki við vissu kundi veita fyri trygd í økinum.
Ein talsmaður frá lokalu løgregluni segði sambært The Guardian, at dámurin í býnum hevði verið heldur stríðshugaður eftir at standmyndin varð reist.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald