Mentan

Ukrainar verja borg

Russiska innrásin í Ukraina er støðgað upp – lítil framgongd hevur verið seinastu dagarnar, siga bretskar fregnir

Ein russisk rakett rakti ein skúlabygning í ukreinska býnum Merefa í nátt (Mynd: Reuters)

Ein russisk rakett rakti ein skúlabygning í ukreinska býnum Merefa í nátt (Mynd: Reuters)

2022-03-17 09:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiska innrásin í Ukreina er stórt sæð støðgað á flestu hermótum. Russisku deildirnar hava mist nógv, og hava bert havt lítla framgongd seinastu dagarnar. Tað siga bretskar fregnartænastur í dag, sambært Reuters.

- Ukrainska mótstøðan stendur framvegis stinn og er væl skipað, sigur bretska verjumálaráðið um krígsgongdina í Ukraina.

- Nógv tann størsti parturin av ukrainska landøkinum – eisini allir størri býir – eru framvegis á ukrainskum hondum, ljóðar frá bretsku fregnartænastufólkunum.

Samstundis økist altjóða harmin yvir russisku innrásina alt meðan tað koma frágreiðingar um álop á sivilfólk. Sambært amerikanskum og ukrainskum embætisfólkum eru komnar fráboðanir um álop á sivilfólk, ið hava staðið í bíðirøð at keypa breyð og sivilfólk, sum høvdu leitað sær skjól í einum sjónleikarhúsi.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, kallar russiska leiðaran, Vladimir Putin, fyri krígsbrotsmann. Hetta verður alt víst aftur frá russiskari síðu. “Serliga hernaðarliga uppgávan” í Ukraina verður søgd at ganga eftir ætlan, ljóðar úr Kreml.

Nýggjastu uppteljingarnar siga nú, at talið av fólkum, ið eru flýggjað úr Ukraina, er komið upp um tríggjar milliónir. Fleiri túsund hava latið lív í krígnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder