1. mai varð greitt, at Pedagogfelagið kærdi almannaverkið til umboðmannin, fyri handfaringina av starvsfólkamálinum við Hildur Hermansen. Talan var um mál, tá Hermann Mortensen, depilsstjóri, kallaði Hildur Hermansen, sum var eindarleiðari til fundar og segði hana upp við stuttari freist. Í aðru atløgu misti eindarleiðarin, ið var tænastumaður, starvið, uttan at hon fekk skrivligar grundgevingar fyri uppsøgnini ella møguleika fyri hoyring. Málið endaði við, at avtala varð gjørd ímillum partarnar.
Eftir at málið var liðugt viðgjørt, skrivaði Hildur Hermansen teldupost til Edvard Heen, tá hon kravdi frágreiðing fyri ymiskum viðurskiftum. Pedagogfelagið kærdi eisini depilsstjóran til leiðsluna á Almannaverkinum, sum eftir at hava kannað málið kom til niðurstøðuna, at onki skeivt var farið fram í málinum.
Les eisini: Pedagogfelagið kærir almannaverkið til umboðmannin
Men eftir hesa niðurstøðu, ið bygdi á advokatkanning, sum Annfinn V. Hansen hevði gjørt fyri Almannaverkið, kærdi Pedagogfelagið málið til Løgtingsins umboðsmann. Og nú hevur umboðsmaðurin tikið støðu í málinum.
Les eisini: Almannaverkið metir seg onki hava gjørt galið
Verið varin at skriva undir avtalu
Sólja í Ólavsstovu , ið er løgtingsins umboðsmaður, sigur við Portalin, at hon ikki kann gera nakað við málið, tá avtala er gjørd í málinum. Hon vísir á, at hægsti rættur tvær ferðir hevur staðfest, at tá fráfaringaravtala er gjørd, verða øll rættindi í fyrisitingar- og starvsfólkarættinum sett til viks. Tí kann umboðsmaðurin ikki gera meira við málið, tá rættindini hjá høvuðspartinum í málinum longu eru uppgivin við at skriva undir avtalu.
Sólja í Ólavsstovu greiðir eisini frá, at hon tá hon fyri stuttari tíð síðani hevði framløgu á einum starvsfólkadegi, heitti hon á fólk um at vera varin við at skriva undir tílíkar fráfaringaravtalur. Hon sigur seg hava varhugan av, at fólk ikki altíð eru tilvitað um, at tey ikki hava møguleika at royna málið rættarliga, tá tey hava skrivað undir tílíka avtalu.
Umboðsmaðurin sigur tó eisini, at hon ikki veit, um talan er um, at fleiri fólk gera fráfaringaravtalu. Hon sigur, at hóast tað hoyrist, at talan er um vaksandi trend, er tað ikki nakað hon hevur kannað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald