Innanlands

Umhvørvisstovan og áhugabólkurin Elbilar í Føroyum skipa fyri kunningarátaki

Føroyar skulu grønkast heilt skjótt

2018-08-28 11:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyar skulu grønkast heilt skjótt, tvs. vit skulu brúka meira av varandi orku.

Ein liður í hesum er, at øll skulu koyra í elbili og fara burtur frá benzini og diesel.

Fyri at skunda undir hetta orkuskiftið, skipar Umhvørvisstovan saman við áhugabólkinum ‘Elbilar í Føroyum’ fyri kunningarátaki á Umhvørvisstovuni í dag, týsdag 28. august.

Greitt verður frá kostnaði og rakstri av elbili í mun til aðar bilar og hvussu elbilar ávirka elskipanina.  

Eisini luttaka bilasølur og vísa fram sínar elbilar.

- Umhvørvisstovan og "Elbilar í Føroyum"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder