Umleið hundrað hval løgdu beinini í Hvannasundi seinnapartin. Nes kommuna fekk umleið 40 hval til heimapartar, sum allir borgarar í Nes kommunu fáa part av, sigur kommunan á heimasíðuni.
- Hvalirnir verða skornir upp í kvøld. Uppskornað grindin verður køld niður til í morginárini, tá hon verður býtt í heimapartar
- Ætlanin er, at heimapartarnir kunnu avheintast seinnapartin í morgin. Lýst verður í Útvarpi Føroya á middegi í morgin og á heimasíðuni hjá kommununi, nær heimapartarnir kunnu heintast, sigur Nes kommuna.
Grindin í Hvannasundi taldi altso umleið 100 hval. Býtt var eisini í drápspartar og her var eitt skinn í part. Seðlarnir komu út klokkan 22:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald