Í avstralska statinum New South Wales verður undantaksstøða nú lýst næstu sjey dagarnar.
Hetta merkir m.a., at myndugleikarnir kunnu noyða fólk, sum búgva í økjum, har vandin fyr eld er størstur, at fara úr heimi sínum.
Sambært BBC, varð undantaksstøða lýst frá fríggjadegnum lokala tíð, av tí at líkindi eru fyri, at støðan í økinum fer at versna munandi orsakað av veðrinum.
Hetta er triðju ferð, at undantaksstøða er lýst í statinum seinastu mánaðirnir. Hetta hendi eina ferð í november og eina ferð í desember, og vardi tað somuleiðis í eina viku.
Sambært DR, hava fólk fingið 48 tímar til at rýma úr økinum, sum verður mett at gerast serliga vandamikið um vikuskiftið, og hetta hevur ávirkað ferðsluna í økinum og elvt til langar bilrøðir á vegunum.
- Øll skulu rýma úr økinum. Leygardagurin verður verri, enn vit higartil hava upplivað, sigur Andrew Constance, samferðslumálaráðharri í New South Wales. Sambært honum er hetta størsti burturflutningurin í New South Wales nakrantíð.
Síðan skógareldarnir kyknaðu, hava 18 fólk latið lív, og í støðum hava skógareldar herjað í fleiri mánaðir.
Les eisini: Eldurin í Avstralia dripið næstan 500 mió. djór
Í hesum døgum er eisini serstakliga heitt í Avstralia, har summar er í løtuni, og sambært myndugleikunum, verður eisini nógvur hiti og nógvur vindur um vikuskiftið, og tí er einki, sum bendur á, at sløkkiliðið fer at hava tamarhald á støðuni í nærmastu framtíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald