Uttanlands

Undantaksstøða í Ukreina

Støðan millum Russland og Ukreina er spent eftir at russisk herskup skutu eftir ukreinskum skipum í sundinum til Asovshav

Í fleiri býum í Ukreina fóru fólk út á gøtuna at mótmæla, sum er uttan fyri russiska konsulatið í Kharkiv (Mynd: EPA)

Í fleiri býum í Ukreina fóru fólk út á gøtuna at mótmæla, sum er uttan fyri russiska konsulatið í Kharkiv (Mynd: EPA)

2018-11-27 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Undantaksstøða er sett í gildi í Ukreina næstu 30 dagarnar. Tað samtykti tjóðartingið í gjárkvøldið.

- Talan er ikki um eina krígsavbjóðing, legði Petro Porosjekno dent á í tjóðartinginum.

- Hon verður sett í gildi við tí endamáli at styrkja verjuna hjá Ukreina mótvegis vaksandi russiska áganginum, slegði hann afturat.

Stigið varð tikið dagin eftir at Russland skjeyt móti trimum ukreinskum skipum, og hetta hevur kynd upp undir kreppuna landanna millum, skrivar Reuters.

Lógin um undantaksstøðu gevur ukreinska forsetanum víðkaðar heimildir. Hann kann eitt nú seta í gildi útgongubann og avmarka rættin at ferðast frítt, at úttala seg og avmarka frælsið hjá miðlunum.

Men undan atkvøðugreiðsluna í tjóðartinginum lovaði forsetin, at undantaksstøðan ikki fór at verða brúkt fyri at avmarka frælsið hjá vanligu borgarunum.

Í fráboðanini verður millum nevnt, at eykadeildirnar hjá herinum skulu savnast, at luftverjan í ávísum økjum skal herðast og eisini trygdin við netinum.

Á Nato høvuðsborgini í Brússel varð kallað inn til kreppufundar í gjár saman við umboðum fyri Ukreina. Her fekk Ukreina stuðul frá verjusamgonguni, upplýsir Jens Stoltenberg, aðalskrivari.

[object Object](Kort: Nám)

Forsetin í ES, Donald Tusk, hevur fordømt russisku valdsnýtsluni mótti teimum trimum ukreinsku herflotaførunum.

- Evropa stendur sameint aftan fyri Ukreina, segði Tusk.

Tilburðurin, har russisk herskip skutu eftir ukreinskum førum hendi nærhendis sundinum við Kerch, sum er einasta innsiglingin millum Svartahavið og Asovshavi. Ein brúgv er um sundið, sum er sambandið millum Russland og Krim hálvoynna, sum Russland hertók frá Ukreina.

Eitt tangaskip varð lagt í siglirennina fyri at forða skipum at sigla ígjøgnum sundið, sum er einasta sjóvegis leið rundan um Krim hálvoynna millum stóru ukreinsku havnabýirnar Odessa og Mariupol.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder