Ung í arbeiði fer seinni í mánaðinum í gongd ymsastaðni kring landið. Í seinastuni hava kommunurnar lýst við, nær arbeiðini byrja o.s.fr. og nú skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari, at har verður arbeitt vikurnar 25 og 26, - tað er frá 21. juni til og við 2. juli.
- Ung í Arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum komandi skúlaár fara í ávikavist 9. og 10. flokk. Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna, frá 21. juni til 2. juli . Í ár verður arbeiðstíðarskeiðið møguliga longt, og tí verður tú biðin um at merkja um tú ert áhugað/-ur í at arbeiða longri enn tær ásettu tvær vikurnar.
Umframt hetta upplýsir Sunda kommuna, at lønin er 75 prosent av sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag, umframt frítíðarløn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald