Fyrr í vikuni boðaði danski forsetisráðharrin Lars Løkke Rasmussen frá, at danska stjórnin ynskir at steðga allari sølu av nýggjum diesel- og bensinbilum í 2030. Harumframt skulu allir nýggir bilar í Danmark í 2035 vera elbilar ella aðrir bilar við null-útláti.
Føroyar eiga eisini at steðga sølu av nýggjum bensin- og dieselbilum, heldur Unga Tjóðveldið.
"Føroyar eiga sum skjótast seta í verk fleiri ítøkilig og gevandi stig fyri at basa veðurlagsbroytingunum. Hetta gera vit m.a. við at steðga sølu av nýggjum bensin- og dieselbilum eftir 2025," skrivar Unga Tjóðveldið á Facebook.
"Tað loysir seg longu peningaliga og umhvørvisliga at koyra elbil í Føroyum í mun til ein diesel- ella bensinbil, hóast elorkan ikki er 100% grøn. Skjóta tøkniliga framgongdin innan elbilar hevur eisini við sær, at prísurin áhaldandi lækkar, teir verða lættari og koyra alsamt longri pr. løðing. Hetta eru alt orsøkir til, at eitt slíkt uppskot kann samtykkjast á Føroya løgtingi uttan nakað serligt hóvasták," skrivar Unga Tjóðveldið.
Les eisini: Danska stjórnin vil steðga sølu av nýggjum diesel- og bensinbilum í 2030
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald