2019-01-02 14:25
Universitetið í Sørøst-Norge hevði í dag eina stutta minningarløtu fyri Maren Ueland og Louisa Vestergaard Jespersen, sum vórðu dripnar í fjøllunum í Marokko tann 17. desember.
28 ára gamla norska Maren og 24 ára gamla danska Louisa lósu báðar á Universitetinum, skrivar TV2. Universitetið mintist tær báðar við tveimum minuttum tøgn og flagga varð á hálvari stong.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald