Fiskimálaráðið boðar frá á heimasíðuni, at avgreiðslan av afturlatnu uppboðssølunum av rættindum at veiða norðhavssild og makrel er útsett eina viku.
Fiskimálaráðið hevur boðað frá, at afturlatnu uppboðssølurnar av rættindum at veiða 7.490 tons av norðhavssild og 10.901 tons av makreli verða ávikavist 14. august og 16. august 2018.
Undanfarnu uppboðssølur hava víst, at luttøkan hevur verið avmarkað. Í hesum døgum verða umsóknirnar um menningarkvotur avgreiddar. Tað kann hava fyrimunir fyri vinnuna og luttøkuna í uppboðssølunum, at hesar eru avgreiddar, áðrenn sølan av langtíðarrættindum at veiða makrel og norðhavssild verða framdar, sigur Fiskimálaráðið í fráboðanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald