Uttanlands

USA: 100 milliónir eru nú liðugt koppsett

Eitt sindur yvir 38 prosent av øllum amerikanarum yvir 18 ár eru nú liðugt koppsettir fyri koronu

Her verður amerikanski forsetin, Joe Biden koppsettur (Savnsmynd)

Her verður amerikanski forsetin, Joe Biden koppsettur (Savnsmynd)

2021-05-01 14:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í USA eru 100 mió. fólk nú liðugt koppsett fyri koronu. Tað svarar til eitt sindur omanfyri 38 prosent av øllum amerikanarum yvir 18 ár, upplýsir amerikanska Centers for Disease Control and Prevention (CDC).

Meira enn tveir triðingar av amerikanarum yvir 65 ár eru liðugt koppsettir, og meira enn helvtin – 55 prosent – av vaksnum amerikanarum eru koppsettir í minsta lagi eina ferð, skrivar Ritzau.

Tað var málið hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, at 100 mió. koppsetingar skuldu gerast í hansara fyrstu 100 døgum sum forseti. Tað tók bert 51 dagar at koma á mál.

Eins og í Føroyum, er tað í USA upp til hvønn einstakan borgara, um hann vil koppsetast ella ikki. Ein kanning frá Kaiser Family Foundation vísur, at tað serliga eru republikanskir veljarar, sum halda seg aftur.

29 prosent av teimum republikansku veljarunum, sum vórðu spurdir í kanningini søgdu, at teir yvirhøvur ikki ætlaðu at taka ímóti koppseting fyri koronu, meðan fimm prosent av demokratiskum veljarum søgdu tað sama.

Níggju prosent av teimum, sum hvørki vóru skrásettir sum demokratar ella republikanarar, søgdu, at teir ikki ætla at lata seg koppseta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder