Uttanlands

USA: 160 milliónir skulu verða liðugt koppsett áðrenn 4. juli

Eisini er ætlanin, at 70 prosent av vaksnum amerikanarum eru koppsettir í minsta lagi eina ferð til ta tíð

Nú verður dentur lagdur á at fáa enn fleiri amerikanarar at lata seg koppseta, sigur Joe Biden (Mynd: EPA)

Nú verður dentur lagdur á at fáa enn fleiri amerikanarar at lata seg koppseta, sigur Joe Biden (Mynd: EPA)

2021-05-05 09:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað gonst væl at koppseta fyri koronu í USA. Fleiri enn 106 mió. vaksnir amerikanarar eru liðugt koppsettir, og uml. 147 mió. eru koppsettir í minsta lagi eina ferð, vísa tøl hjá amerikanska Centers for Disease Control and Prevention (CDC).

Týsdagin boðaði amerikanski forsetin, Joe Biden frá, at nýggja málið er, at 70 prosent av vaksnum amerikanarum eru koppsettir í minsta lagi eina ferð, meðan í minsta lagi 160 mió. skulu vera liðugt koppsettir 4. juli.

Í USA búgva uml. 331 mió. fólk, og eydnast tað at røkka nýggja málinum, er talan um eitt stórt stig á leiðini móti einum vanligum gerandisdegi, sigur Joe Biden.

Joe Biden sigur, at har eru serliga nógvir ungir amerikanarar, sum ikki halda seg hava brúk fyri koppsetingini, og verður dentur nú lagdur á at fáa enn fleiri fólk at lata seg koppseta.

Sambært Ritzau fer USA eisini at broyta mannagongdina fyri, hvussu koppingarevnið verður býtt millum statirnar. Hetta fyri at tryggja, at statirnir við størsta tørvinum fáa fleiri skamtar.

Higartil hevur koppingarevnið annars verið býtt eftir íbúgvatali, men nú verður møguligt hjá statum, sum eitt nú uppliva ein stóran vøkstur í smittutølunum, at leggja meira koppingarevni av.

Tað eru guvernørar, sum hava heitt á umsitingina hjá Biden um at broyta mannagongdina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder