Uttanlands

USA: 40 prosent av fólkinum liðugt koppsett

61 prosent av borgarum yvir 18 ár eru koppsett í minsta lagi eina ferð – Ætlanin hjá forsetanum, Joe Biden var, at 70 prosent skulu verða koppsett áðrenn 4. juli

Her verður amerikanski forsetin, Joe Biden koppsettur (Savnsmynd)

Her verður amerikanski forsetin, Joe Biden koppsettur (Savnsmynd)

2021-05-30 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Líkt er til, at tað fer at eydnast amerikanska forsetanum, Joe Biden at røkka málinum um at hava koppsett 70 prosent av vaksnu amerikanarunum fyri koronu áðrenn 4. juli.

Sambært tølum hjá Centers for Disease Control and Prevention (CDC), hava tilsamans 167 mió. amerikanarar yvir 18 ár fingið í minsta lagi eina koppseting fyri koronu. Tað svarar til 61 prosent av vaksnu borgarunum í landinum.

Tað var fyrr í hesum mánaðinum, at umsitingin hjá Biden legði fram ætlanina um at hava 70 prosent koppsett áðrenn 4. juli.

Sambært tølum frá leygardegnum er meira enn helvtin av øllum vaksnum amerikanarum liðugt koppsettir, og CDC metir, at uml. 40 prosent av samlaða fólkatalinum á uml. 330 mió. – har eru eisini borgarar undir 18 ár taldir við – eru liðugt koppsett.

Trý koppingarevni verða brúkt í USA. Tey eru frá ávikavíst Pfizer/BioNTech, Moderna, og Johnson & Johnson. Síðstnevnda koppingarevnið skal bert gevast eina ferð fyri at fáa fulla verju.

Fyrr í hesum mánaðinum varð grønt ljós givið fyri, at øll yvir 12 ár kunnu verða koppsett við koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech. Evropeiski heilivágsstovnurin, EMA hevur í vikuni eisini góðkent koppingarevnið til børn niður til 12 ára aldur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder