Uttanlands

USA: Dómari ákærdur fyri kynsligan ágang

Ákærurnar eru fullkomiliga politiskar, heldur amerikanski forsetin, Donald Trump

Kavanaugh og Trump (Mynd: AP)

Kavanaugh og Trump (Mynd: AP)

2018-09-24 16:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forstin, Donald Trump sigur, at ákærurnar móti Brett Kavanaugh, sum hann hevur tilnevnt til hægstarættardómara, eru "fullkomiliga politiskar".

Hetta segði Trump í viðmerking til tíðindafólk í New York.

Viðmerkingin kemur, eftir at tvær kvinnur hava ákært Kavanaugh fyri at hava framt kynsligan ágang.

"Tað er møguligt, at hetta verður tað mest órættvísa, sum kann henda fyri einum valumboði, men eg stuðli Kavanaugh," sigur Trump.

Hósdagin skulu útvald umboð í senatinum avhoyra eina kvinnu, sum hevur ákært Kavanaugh fyri at hava roynt at neyðtikið hana í einum ungdómsballi. Tá hevur hon verið 15 ár og hann 17.

Republikanarar ynskja eina skjóta atvkøðugreiðslu, har Kavanaugh verður góðkendur sum nýggjur hægstarættardómari.

Verður Kavanaugh góðkendur, fær hægstirætturin ein konservativan meiriluta, sum kann fáa stóran týdning fyri politisku gongdina í USA í nógv ár framyvir, skrivar Politiken.

Verður atkvøðugreiðslan útsett, er møguleiki fyri, at atkvøðugreiðslan ikki verður fyrr enn aftaná miðskeiðisvalið í november. Um so er, hava demokratarnir ein møguleika at fáa meiriluta í senatinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder