Uttanlands

USA: Eingin undantakssstøða fyribils

Trump sigur seg vilja geva demokratunum meira umhugsanartíð

2019-01-13 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Almenni geirin hevur nú verið afturlatin í 23 dagar orsakað av ósemjuni millum Trump og demokratarnar.

Enn hevur Trump ikki fingið fígging til múr millum USA og Meksiko. Ein møguleiki hjá Trump er at lýsa landið í undantaksstøðu, so hann kann fíggja múrin uttan stuðul frá kongressini, og hetta hevur Trump eisini hótt við at gera.

Amerikanski forsetin sigur tó, sambært tíðindastovuni AFP, at hann ikki ætlar at gera tað fyribils.

Við Fox News segði Trump, at hann vil geva demokratunum meira tíð.

- Eg vil geva teimum møguleikan at vísa ábyrgdarkenslu, segði hann.

Á fundi í Hvítu Húsunum segði Trump, at tað at lýsa landið í undantaksstøðu hevði verið at farið um garðin, har hann er lægstur.

- Kunnu tey ikki vísa ábyrgdarkenslu, fari eg at lýsa landið í undantaksstøðu. Tað havi eg rætt til, segði hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder