Tá amerikanski forsetin, Donald Trump, var á vitjan í Texas í gjár, hótti hann enn einaferð við at lýsa við undantaksstøðu, um kongressin ikki játtar honum fígging til ein múr millum USA og Meksiko.
"Eg havi ikki gjørt tað enn. Kanska fari eg at gera tað. Gongur tað ikki, so er sannlíkt, at eg geri tað. Eg vil næstan siga, at tað geri eg heilt sikkurt," segði Trump í gjár sambært DR.
Trump sigur seg hava fullan rætt at lýsa við undantaksstøðu, men ger hann tað, er vandi fyri, at málið verður lagt fyri dómsstólarnar.
Sjálvur sigur Trump, at hann heldur vil hava eina parlamentariska loysn, men enn eru hann og demokratarnir ikki komin nærri einari semju.
Demokratar vilja ikki brúka so stóra upphædd, sum Trump krevur, til ein múr, men tey eru sinnað at tosa um aðrar trygdarmøguleikar, men ikki fyrr enn almenni geirin letur upp aftur.
Trump heldur fast við, at afturlatingin var neyðug fyri at fáa demokratarnar til samráðingarborðið.
Trump fór til Texas í gjár fyri at vitja fólk, sum arbeiða á markinum millum USA og Meksiko og fyri at sannføra amerikanska fólkið um, at neyðugt er við einum múri fyri at verja tjóðina.
Í dag er 3 vikur síðan almenni geirin lat aftur, og eisini er tað fyrsti lønardagur, har tey 800.000 almennu starvsfólkini, sum eru ávirkað av hesum, ikki fáa løn.
Les eisini: Ógreitt hvat hendi á fundinum og ógreitt hvat nú fer at henda
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald