Amerikanskir myndugleikar hava útsett avgerðina um, hvørt koronukoppseting skal gerast tøk hjá børnum undir fimm ár.
Sambært Ritzau er avgerðin útsett í tveir mánaðir, tí at amerikanska heilivágsstýrið (FDA) hevur tørv á fleiri upplýsingum um koppseting til børn millum seks mánaðir og fýra ár. M.a. mangla dátur frá royndum við triðju koppsetingini til børn millum fimm og 11 ár, áðrenn støða verður tikin til yngru børnini, skrivar Ritzau.
Í USA eru uml. 18 milliónir børn millum seks mánaðir og fýra ár.
Eftir ætlan skuldi avgerðin takast í komandi viku, og skuldu tey fyrstu fáa tilboð um koppseting 21. februar. Væntandi verður avgerð tó ikki tikin fyrr enn í apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald