Uttanlands

USA: Fólk sum eru liðugt koppsett sleppa undan munnbindi

Yvir 95 av teimum 330 milliónunum, sum búgva í USA eru nú liðugt koppsett

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-28 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólk í USA, sum eru liðugt koppsett fyri koronu, sleppa nú undan at brúka munnbind, tá tey ferðast úti, boðar amerikanska Centers for Disease Control and Prevention (CDC) frá.

CDS skrivar, at fólk kunnu sleppa undan at brúka munnbind uttanfyri, um tey eru einsamøll ella saman við smærri bólkum av fólki, sum eisini eru koppsett. Heitt verður tó framvegis á amerikanarar um at brúka munnbind, tá tey eru inni og ferðast í størri mannamúgvum – uttan mun til, um teir eru koppsettir ella ikki.

Seinastu tíðina er verulig ferð sett á koppsetingina í USA. Sambært BBC eru fleiri enn 95 av teimum 330 mió., sum búgva í USA, nú liðugt koppsett, meðan 46 mió. afturat hava fingið fyrru koppsetingina.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur, at nýggju tilmælini hjá CDC eru eitt prógv um, hvussu stór framstig USA hevur gjørt í stríðnum móti koronu. Samstundis heitir hann á amerikanarar, sum enn ikki eru koppsettir, um at lata seg koppseta.

Í USA verður ein persónur roknaður sum liðugt koppsettur tvær vikur eftir, at hann hevur fingið seinnu koppsetingina, skrivar Ritzau.

Seinastu mánaðirnar er talið á nýggjum smittutilburðum í USA eisini blivið meira støðugt, samstundis sum fleiri lata seg koppseta. Seinastu vikurnar hevur talið á nýggjum smittutilburðum ligið um 50.000. Í januar lá talið, sambært New York Times, omanfyri 250.000.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder